Mánadagin tann 22. mai 2017 varð mattænatan víðkað, soleiðis at tað nú ber til at fáa døgurða allar dagar í árinum. Higartil hevur bert verið møguligt at fáa heitan døgurða yrkadagar. Maturin verður nú niðurkøldur og síðani hitaður heima hjá borgaranum. Hetta gera tað møguligt at veita døgurða hvønn dag.
Í hesum sambandi hevur NBH keypt kølibil og sett Joniku Nysted Gardar sum bilførara at koyra døgurða heim til borgarar í Norðoyggjum, ið eru visiteraðir til hesa tænastu.
NBH skipaði saman við køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri eini royndarverkætlan, har nakrir borgarar royndu skipanina við niðurkøldum mati í 14 dagar. Nøgdsemið við matin var sera gott, og søgdu hesir borgarar seg ikki kenna týðandi mun á matinum, hóast teir sjálvir hitaðu hann. Afturboðanin var, at tað var betri at fáa døgurða, sum tey sjálvi skuldu hita, tí so kundu tey eta, tá ið tey sjálvi ynsktu, heldur enn at sita og bíða eftir døgurðanum.
Heilsugóður matur er grundleggjandi fyri heilsu og trivnað borgarans, og tí fegnast NBH um, at tænastan nú er víðkað í tøttum samstarvið við køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum framleiðir døgurðan.