Dagtilhaldið Sóljan

Dagtilhaldið Sóljan er dagtilhald fyri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum.

Endamálið við dagtilhaldinum er at eggja borgarum at vera virknir í egnum lívi. Dentur verður lagdur á heilsumennandi og fyribyrgjandi virksemi. Allir heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggum eru hjartaliga vælkomnir til hugnaligar samverur í dagtilhaldinum.

Dagtilhaldið Sóljan hevur opið fyri øllum fólkapensjónistum mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 13.00 til 16.00. Fríggjadag er tilboðið visitera og opið frá kl. 10 – 15. Dagtilhaldið Sóljan er sostatt eitt samansett tilboð, ið bæði er opið og visitera.

Borgarar hava møguleika at fáa heimavitjan, um tørvur er á nærri kunning um tilboðið. Hetta verður gjørt eftir avtalu við starvsfólkini á Dagtilhaldinum Sóljan.

Skrá
Virksemið í dagtilhaldinum verður skipað í tøttum samstarvi við brúkaran. Sostatt er tað tørvurin og áhugamálini hjá teimum, sum eru virkin í dagtilhaldinum, ið mynda dagskránna.

Virksemið er fjølbroytt og fevnir m.a. um felagssang, binding, borðspøl sum popp og lættar fimleika rørslur.

Nakrar ferðir um árið verður eisini skipað fyri útferðum, har øll, sum hava dagliga gongd í dagtilhaldinum, hava møguleika at luttakað.

Dagtilhaldið Sóljan bjóðar altíð ein góðan drekkamunn.

Døgurðaskipan
Vit eta døgurða saman kl. 12.00 mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag. Døgurðaskipanin er eitt visitera tilboð, og plássið er avmarkað. Tí er neyðugt at venda sær til eitt av starvsfólkunum, um ynski er at gera brúk av døgurðaskipanini.
Tel. 79 34 55.

Ein máltíð kostar 70 kr.

Dagtilhald á Kalsoynni 

Einaferð um mánaðin verður skipað fyri dagtilhaldsløtu í Mikladali. Dagtilhaldsløtan er í avhaldshúsinum í Mikladali síðsta fríggjadag í hvørjum mána frá kl. 11:30 til 14:30 , og eru tær fyriskipaðar av dagtilhaldinum Sóljan.

Deildarleiðari:
Rúna Løkságarð Josephsen, Sjúkrarøktarfrøðingur.
Tel. 79 34 55

Adressa:
Stoksoyravegur 39
700  Klaksvík
Tel. 79 34 54
runalj@nbh.fo