Síðan í januar í ár hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta bjóðað heimabúgvandi fólkapensjónistum í Norðoyggjum eitt nýtt tilboð, sum skal stuðla teimum, ið hava fingið afturgongd í førleikastøðuni, at endurvinna mistar førleikar.
Ein av teimum, sum higartil hevur fingið gleði av nýggja tilboðnum, er Magnus Mikkelsen. Hann hevur verið knýttur at tænastuni seinastu fýra vikurnar. Hóast Magnus var skeptiskur at byrja við, so hevur hann verið glaður fyri tilboðið.
– Skipaðu venjingarnar tvær ferðir um dagin, saman við ergo- og fysioterapeutunum og heilsugóði kosturin, hevur avgjørt styrkt meg seinastu tíðina, sigur Magnus. Hann leggur aftrat, at tá ið viðgerðin nú er liðug, so fer hann at halda fram í Ven og Virka, sum er venjingarhøli hjá Ergo- og fysioterapieindini í NBH. – Tað hevði eg ikki trúð fyri eini tíð síðani, sigur Magnus við einum smíli
Samdøgursrehabilitering er eitt døgntilboð, sum kann vara í nakrar vikur, men sum krevur, at borgarin eisini hevur eitt ynski um at endurvinna mistar førleikar. Høvuðsendamálið við tænastuni er at stuðla fólkapensjónistinum at megna sín egna gerandisdag í tann mun tað ber til, soleiðis at borgarin aftur kann fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív.
Sostatt snýr rehabilitering á eldraøkinum seg um, at tann eldri er í miðdeplinum, sjálvur setur sær mál fyri rehabiliteringina, og at fakfólkini taka støði í gerandisvirkseminum hjá eldru borgarunum.
– Hetta hevur stóran týdning fyri tann eldra borgaran, siga starvsfólkini í rehabiliteringstoyminum, og leggja aftrat, at hond verður tikin um alla lívsstøðuna hjá borgaranum, tá ið førleikastøðan skal betrast.
Samdøgursrehabiliteringin er staðsett á Sambýlinum á Heygnum við tveimum plássum og er skipað við einum tvørfakligum toymi. Í toyminum eru ergoterpeutar, fysioterapeutar og sjúkrarøktarfrøðingur. Heilsustarvsfólk á sambýlinum eru somuleiðis virkin í endurvenjingartilgongdini allan sólarkringin.
Meira kunning um tilboðið Samdøgursrehabilitering er at finna her.
Myndirnar eru av virknum eldri, sum javnan vitja venjingarhøli hjá Ergo- og fysioterapieindini í NBH.