Samstarv er komið í lag ímillum Norðoya Bú- og Heimatænastu og skúlanæmingar á Skúlatrøð, sum í næstum fara at vitja á øllum bústovnunum, har tey fara at lesa fyri teimum eldru.
Í farnu viku vóru næmingar á Skúlatrøð til undirvísing í Búðatrøð, sum er dagtilhald fyri heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku. Burna Hentze, sum starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur, og Ingrid Heinesen, sum starvast sum heilsurøktari á dagtilhaldinum, undirvístu næmingunum í, hvussu tey á besta hátt kunnu møta teimum eldru, tá ið tey í næstum fara á vitjan. Í hesum sambandi framførdu tær ein stuttan skemtileik, sum gav eina góða mynd av støðum, sum næmingarnir møguliga koma at uppliva.
Marna E. Jensen sigur, at endamálið við hesum átakinum m.a. er, at koma nærri visjónini hjá NBH, sum er at bjóða eldru borgarunum fjølbroytt tilboð. NBH hevur tveir samskaparar í starvi, sum hava til uppgávu at geva borgarum, sum búgva á bústovni, ein innihaldsríkan gerandisdag. Marna E. Jensen sigur, at hetta átakið avgjørt fer at stuðla undir virksemið, sum longu er, og leggur afturat, at nøkur av búfólkunum av og á eisini fáa vitjan av børnum á dagstovnaøkinum.
Ungu genturnar, sum vóru møttar til undirvísing hendan dagin, søgdu seg allar vera spentar til uppgávuna, og hildu, at tað heilt sikkurt fór at vera spennandi og læruríkt. Bæði í mun til at menna lesiførleikan, men eisini at fáa góðan lærdóm, hvussu vit eiga at vera saman við eldri, sum m.a. at hava fingið staðfest demenssjúku.
Skipað verður fyri upplestri aðru hvørja viku, tá tveir næmingar saman vitja á ymisku bústovnunum.