MieBeth 100 ár

MieBeth 100 ár

MieBeth hevur í dag hátíðarhildið sín 100 ára føðingardag. Hópin av fólki vóru komin at heiðra MieBeth á hesum heilt serliga degi, sum familjan segði seg hava bíðað eftir tey seinastu tvey árini.

Føðingardagurin varð hildin í virkishúsinum Smæran. MieBeth hevur í mong ár búð á Sambýlinum á Heygnum. Hon var nevnliga ein av teimum fyrstu, sum búsetti seg á sambylinum, tá heimið lat upp.

Sólgerð Vang, deildarleiðari á Sambýlinum á Heygnum, bjóðaði vælkomin og harumframt hildu Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu, røður.
Millum gestirnar var eisini Jógvan Fríðriksson, bispur, sum í hesum høpi mintist aftur á løtur, tá hann sum prestur plagdi at búgva hjá MieBeth úti í Fugloy, tá hann var búsitandi á Viðareiði og virkaði sum prestur m.a. í Fugloy.
Røður og sangur settu ein heilt serligan dám á hátíðarløtuna. Eyðsýnt varð eisini, at MieBeth gjørdist bilsin og glað, tá ríkisumboðið kom við einari heilsan frá Drotning Margrethu.
Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra og stýrisformanni í Norðoya Bú- og Heimatænastu:

***

Góða Miebeth
Tað er mær ein sera stórur heiður at bera tygum eina heilsan á tygara 100 ára føðingardegi.
Orsøkin, til at eg sleppi at bera tygum hesa heilsan, er tann, at eg eri formaður í stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum hevur ábyrgdina av eldratænastunum í Norðoyggjum.
Men vit bæði hava nakað meir enn hetta til felags, tí vit bæði eru nevniliga bæði tvey sannførd sjálvstýrisfólk, og tað ger tað bara enn hugaligari fyri meg at halda talu fyri tygum.

Góða Miebeth
Hetta er ein stórur og heilt serligur dagur, tí tað er ikki á hvørjum degi, at ein 100 ára føðingardagur verður hildin.
Bíblian sigur, at “lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, tá ið styrkin er nógv”, so vit kunnu í dag staðfesta, at HARRIN hevur givið tygum nógva styrki, tí tygum hava nátt sonnum kempualdri.
Sjálvur eri eg einans 36 ár, so tygum hava livað umleið 3 ferðir tað, sum eg havi livað, og tygara royndir og lívsvísdómur er sjálvsagt eisini fleiri ferðir størri enn mín.

Eg kann bara ímynda mær, hvussu nógv ymiskt tygum hava upplivað í hesi 100 árini, og hvussu nógv er broytt síðani 1919, tá ið fyrru veraldarbardagi júst var liðugur.
Tað er so ómetaliga nógv, sum er komið, síðan tygum vóru smágenta úti í Fugloy.
Telefonin, elektrisitetið, ljós, sentralvarmi, vaskimaskina, komfýrur, vegir, bilar, teldur, fartelefonir o.s.fr.

At vera vaksin upp á Fugloynni er eisini nakað heilt serligt, tí hendan vakra oyggj okkara, liggur jú so avsíðis, og hetta hevur kravt nakað eyka av tykkum, sum har búðu og virkaðu. At klára seg sjálvan og at geva sítt íkast til samfelagið og at koma hvørjum øðrum til hjálpar, tá ið tørvur var á tí.
Vit kenna jú eisini nógvar persónar av Fugloynni, sum hava givið hesum samfelag nógv. Ikki minst eru tað nógvir fugloyingar, sum hava verið og eru partur av tí menning, sum Klaksvík hevur verið fyri.
Í dag er íbúgvaratalið á Fugloynni ikki so stórt, men oyggin er hinvegin blivin ein forkunnug oyggj, ikki minst í sambandi við ferðavinnuna.

Tygum eru fødd á Kirkju í 1919 um sama mundið sum 11 mans á Hestoynni sjólótust, sum vit eisini minnast í hesum døgum, og sum vit hoyrdu um í útvarpinum í dag.
Tygum vita sjálvandi nógv betur enn eg, at soleiðis er lívið. Tað bjóðar okkum bæði gaman og álvara, bæði gleði og sorg – tá er gott at eiga Hann at fara til, sum øllum valdar, og sum ikki blundar og ikki svevur.

Tað er so nógv, vit ikki kunnu gera nakað við, men tað er tó eitt, vit hava ávirkan á, og tað er, hvussu vit sjálvi hugsa, hvat vit siga og hvussu vit eru ímóti øðrum menniskjum.
Tygum vóru millum tey fyrstu, sum í 2003 fluttu inn her á Sambýlið á Heygnum, tá ið tað lat upp fyri fyrstu ferð, so tygum eru væl kend her millum starvsfólkini og hini búfólkini.
Eg veit frá teimum, sum starvast her á sambýlinum, at tygum eru ein serliga virðiliga kvinna, og tí hava starvsfólkini og leiðslan her ómetaliga stóra virðing fyri tygum.
Tygum hava sjálvandi upplivað og verið saman við nógvum ymiskum fólkum í ymiskum umstøðum, men tey hava sagt mær frá, at tygum hava tann framúr góða eginleika, at tygum behandla øll menniskju líka, uttan mun til, hvørji tey eru, ella hvussu tey eru fyri.
Víðari siga tey fyri mær, at tygum eru lítillátin, fyrimyndarlig og fitt – tað er ikki eiti á skoðsmáli at fáa, og eg eri glaður fyri at sleppa at bera tygum hesa uppibornu heilsan.

Góða Miebeth
Eg ynski tygum hjartaliga tillukku við 100 ára føðingardegnum.
Takk fyri tað góðu fyrimynd, sum tygum eru fyri okkum onnur.
Harrin signi tygum
Hjartaliga til lukku.

***