Sum liður í arbeiðnum fyri at menna tænastuna og arbeiðsumstøðurnar á eldraøkinum, fingu starvsfólk hjá NBH í gjár undirvísing í, hvussu starvsfólk kunnu brúka eina flytilyftir, sum í næstum verða settar upp á Heiminum við Vágna, Sambýlinum á Heygnum og á Røktarheiminum.
Síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, hevur NBH raðfest tætt samstarv millum eitt nú leiðslu og starvsfólk. Ergoterapeutarnir hjá NBH hava í eina tíð víst á, at flytilyftir kunnu gera stóran mun, tá ið talan er um flytistøður, sum m.a. gerast smidligari fyri borgaran, umframt at starvsfólkini fáa nógv betri arbeiðsumstøður.
– Hetta er avgjørt eitt stig rætta vegin, tá hugsað verður um tænastuna til borgaran og arbeiðsumstøðurnar hjá okkara starvsfólkum. Í ár hevur stýrið raðfest pening soleiðis, at 16 kømur kunnu gerast klár til flytilyftir, og í komandi ári verður eisini peningur settur av til enn fleiri flytilyftir. Málið er, at vit framyvir fara at hava møguleika at knýta flytilyftir í allar búeindirnar hjá NBH, sigur Jógvan Skorheim, formaður í NBH.
Tað er danski veitarin Guldmann, ið hevur nógv ár á baki, sum er veitari av hesari tøkni. Til undirvísingina í gjár vístu teir m.a. á, at fyritøkan hevur gjørt eitt stórt kanningararbeiði, ið staðfestir høgt nøgdsemi millum bæði brúkarar og starvsfólk.
Malan Steinhólm og Olivia Mikkelsen, ergoterapeutar í NBH, sum saman við leiðsluni hava arbeitt við hesum átakinum siga, at flytilyftirnar hava nógvar møguleikar, sum gólvlyftin ikki hevur. Eitt nú kann nýggja flytilyftin eisini brúkast tá búfólk, sum eru songjarliggjandi, skulu hava venjing ella røkt. Malan Steinhólm og Olivia Mikkelsen fegnast alsamt um hesa menningina og eru stoltar av, at NBH raðfestir hetta høgt.