Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fingið íblástur frá NBH

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fingið íblástur frá NBH

Seinnapartin í gjár vitjaði Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy Norðoya Bú- og Heimatænastu. Endamálið við vitjanini var at fáa íblástur, hvussu NBH hevur skipað seg á eldraøkinum, og at deila hugskot millum eldrasamstørvini.

Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH, bjóðaði vælkomin og greiddi í stuttum frá, at Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu ikki valdi at gera stórar broytingar á økinum, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita. Stýrið setti sær fyri at nýta fyrstu tíðina til umfatandi og nágreiniligar kanningar av eldraøkinum, so haldgott grundarlag fekst fyri at leggja eina strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH.

Strategiin, sum seinni gjørdist veruleiki sást eisini aftur í framløguni, sum Marna E. Jensen, stjóri, og Sunnuva á Lakjuni, fakligur samskipari, høvdu fyri gestunum. Sigast má, at gestirnir vóru ógvuliga hugtiknir av, hvussu væl eldraøkið í Norðoyggjum er skipað.

Nakað, sum kanska eyðkennir eldraøkið í Norðoyggjum er, at fakliga støðið verður raðfest høgt. Tí valdi man eisini, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, at seta ein fakligan samskipara í starv. Hetta varð serliga grundað á, at fleiri kompleksar sjúkur eru alsamt vaksandi, og at tað tí hevur stóran týdning, at starvsfólk áhaldandi verða ment til uppgávurnar soleiðis, at borgarin fær tænastur og tilboð á høgum støði.

Sunnuva á Lakjuni segði eisini í framløguni, at hóast talið á búplássum hjá NBH seinastu árini er minkað, so er tørvurin á búplássum minni nú, enn hann var, tá økið varð yvirtikið, og plássini vóru fleiri. Hetta er møguliga tí, at fleiri tilboð eru ment soleiðis, at møguleiki at búgva heima er blivin betri. Harumframt eru fleiri umlættingarpláss raðfest, og ongantíð áður hava so nógv eldri verið virkin í Ven og Virka, sum bæði skipar fyri visiteraðum venjingum fyri eldri eins og ókeypis tilboð um eginvenjing tvær ferðir um vikuna. Harumframt er samdøgurðsrehabilitering eisini ein tænasta, har ergo- og fysioterapeutar hava ein virknan leiklut.

Hetta er ein tilgongd, sum NBH framyvir eisini ynskir at raðfesta, tí nøgdsemiskanningin vísti eisini, at tey flestu eldru ynskja at búgva heima sum longst, tí verður eisini mett, at ein raðfesting av heimatænastuni er gongda leiðin.

Gestirnir úr Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy vitjaðu eisini á Heiminum við Vágna, á Sambýlinum á Heygnum og í Ven og Virka. Somuleiðis fingu tey høvi at heilsa uppá tey eldru, sum vóru komin til hugnaløtu í Smæruni, har tað er pensjónistafelagið Hugni, sum skipar fyri tiltøkum seinnapart týsdag.

Poul Havn, sum er raskur at møta upp til tiltøkini tók beinavegin munnharpuna fram og spældi eitt lag fyri gestunum, og hann nýtti eisini høvi at fortelja suðuroyingunum, tá ið hann fór á Jóansøku við motorsúkklu, og at siglitúrinin tá tók 8 tímar.