Útikonsert á Heiminum við Vágna

Útikonsert á Heiminum við Vágna

Búfólkini á Heiminum við Vágna fingu eina heilt serliga uppliving fyrrapartin í gjár, tá ið Hallur Joensen framførdi nøkur løg fyri teimum, sum í hesum døgum eru serliga hart rakt av korona-støðuni, nú møguleiki ikki er fyri, at fáa vitjan frá sínum avvarðandi.

Útikonsertin var skipað í samstarvi millum Hall Joensen og Góðan morgun Føroyar (GMF), sum eisni var framvið og tosaði við Hall, Katrina Hansen, deildarleiðara á Heiminum við Vágna, og Turið Fuglø, sum er búsitandi á heiminum.

Hallur Joensen greiddi frá í GMF sendingini, at endamálið við framførsluni var at geva búfólkunum eina heilt serliga uppliving, og tað var Turið Fuglø ógvuliga fegin um. Turið segði m.a,. at hon næstan fór at dansa, meðan hon sang til góðu tónarnar hjá Halli. Turið greiddi somuleiðis frá, at hóast íkomna korona-støðan er tung, so er tað fantastikst at kenna, at starvsfólkini eru so fitt.

Fleiri av búfólkunum vóru komin út at njóta fagra veðrið og góðu tónarnar frá Halli, og tey, sum ikki hattaðu sær útum, høvdu sett seg tætt við vindeyguni, soleiðis at tey eisini kundu lýða á.

Samrøðan frá Heiminum við Vágna í GMF kann hoyrast við at trýsta á leinkjuna her.