Eldraøkini í Føroyum hava gjørt felags mannagongd fyri vitjan á búeindum.
Frá 15. juni 2020 verður loyvt seks vitjandi at vera á vitjanarlistanum hjá hvørjum búfólki. Um ynski er um tað, ber til at skifta ein vitjandi út um vikuna.
Almennu tilráðingarnar um frástøðu og reinføri eru framhaldandi galdandi, og tí eru fysisku karmarnir og fermetratal m.a. avgerandi fyri, hvussu nógv kunnu vitja í senn á ymsu heimunum.
Nú landamørkini lata upp aftur, er vandin fyri smittuspjaðing øktur, og tí er somuleiðis neyðugt, at vitjandi framhaldandi lata seg skráseta, so tað ber til at spora møguliga smittu.
Fyri øll vitjandi, sum hava verið uttanlands ella koma úr útlandinum, og líkamikið um talan er um lond, sum myndugleikarnir hava latið upp fyri ella ikki, er hetta galdandi:
– Øll vitjandi, sum koma heim til Føroyar, verða biðin um at bíða við at vitja á ellis- og røktarheimunum/eldrasambýlum fyrstu 14 dagarnar eftir heimkomu
– Eru serligar grundir til, at vitjanin ikki kann bíða í 14 dagar, verður mælt til at bíða við at vitja á ellis- og røktarheimum/eldrasambýlum til 7. dagin aftan á heimkomu og at lata seg testa 6. dagin eftir, at ein er komin til landið