Spennandi farloyvistarv sum deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

Spennandi farloyvistarv sum deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir deildarleiðara til Norðoya Ellis- og Vistarheim í farloyvistarv frá 1. august 2025 til 31. august 2026.

Norðoya Ellis- og Vistarheim er karmur um 9 búpláss hjá fólkum, ið hava tørv á røkt og støðugari hjáveru.

Endamálið við starvinum er at tryggja, at búfólkini fáa nøktandi tænastu á einum fakliga høgum støði, og at tað áhaldandi verður arbeitt við at skapa karmar fyri, at tey kunnu trívast.

Starvið krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Harafturat kunnu útbúgving og royndir í leiðslu vera fyrimunir, eins og útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið.

Starvsinnihald

NBH er í støðugari menning, og tú fert sum avloysari fyri deildarleiðara at hava týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og tú fert bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk, búfólk og avvarðandi. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevnir týdningarmiklir eginleikar.

Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at tú tekur lut í og setur tín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum hjá NBH.

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

Fleiri upplýsingar

Á heimasíðu okkara: www.nbh.fo, finnur tú fleiri upplýsingar um NBH.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 29. mai 2025.