21. september er altjóða alzheimerdagur. Í tí sambandi verður skipað fyri tiltaki í Eysturoynni hósdagin 25. september, har sjóneykan er á leiklutin sum avvarðandi.
Tiltakið er alment. Ver hjartaliga vælkomin at hoyra áhugaverdar fyrilestrar, sofaprát og sangframførslur.
Meðan tiltakið er, verður skipað fyri hugnaløtu fyri fólki við demens.