Avtala um innleggingar- og útskrivingarmannagongd við Klaksvíkar Sjúkrahús

Avtala um innleggingar- og útskrivingarmannagongd við Klaksvíkar Sjúkrahús

NBH og Klaksvíkar Sjúkrahús hava gjørt avtalu um innleggingar- og útskrivingarmannagongdir fyri at tryggja borgarum eina dygdargóða og samanhangandi gongd í sambandi við viðgerð, venjing og røkt á ávikavíst Klaksvíkar Sjúkrahúsi og í NBH.

Ein arbeiðsbólkurin varð settur at arbeiða við mannagongdunum í januar 2017 og 24. mai 2017 vórðu mannagongdirnar lagdar fram fyri starvsfólkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og NBH. Arbeiðsbólkurin var mannaður við umboðum fyri røktar- og terapieindirnar í báðum geirum.

Okkara vón er, at mannagongdirnar fara at tryggja eina góða og samanhangandi tænastu fyri borgarar í Norðoyggjum, sum hava tørv á heilsutænastum.