Endamálið við dagtilhaldinum er at eggja borgarum at vera virknir í egnum lívi. Dentur verður lagdur á heilsumennandi og fyribyrgjandi virksemi í einum innihaldsríkum gerandisdegi, ið er merktur av lívsgleði og trivnað.
Dagtilboðið er somuleiðis við til at gera tað møguligt hjá eldri borgarum at búleikast heima sum longst.
Skrá
Mikudagar og fríggjadagar frá kl. 13 til 16 er dagtilhaldið opið fyri øllum fólkapensjónistum. Tilboðið er ókeypis.
Týsdagar og fríggjadagar frá kl. 10 til 15:30 er dagtilhaldið eisini eitt visiterað tilboð til fólk, ið hava fingið staðfest eina demenssjúku. Avgerð um visiterað tilboð verður tikin við støði í eini fakligari meting. Hetta tilboðið kostar 70 kr. um dagin.
Virksemið í dagtilhaldinum verður skipað í tøttum samstarvi við tey, sum koma. Sostatt er tað tørvurin og áhugamálini hjá teimum, sum eru virkin í dagtilhaldinum, ið mynda dagskránna.
Virksemið er fjølbroytt og fevnir m.a. um felagssang, binding, borðspøl sum popp o.a.
Harafturat ber til hjá familjum, ið eru um ein avvarðandi, sum hevur fingið eina demenssjúku, at fáa vegleiðing og ráðgeving, so tær gerast førar fyri at veita tann stuðul og ta hjálp, ið krevst at vera avvarðandi.
Allir heimabúgvandi fólkapensjónistar eru hjartaliga vælkomnir til hugnaligar samverur í dagtilhaldinum.
Deildarleiðari:
Monica Ziska, sjúkrarøktarfrøðingur.
Tel. 79 34 90
Adressa:
Heygavegur 5
750 Viðareiði
monicaz@nbh.fo
Hevur tú spurningar ella ivamál ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Monicu Ziska á tel. 793490, týsdagar ella fríggjadagar millum kl. 10-16.