Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) avlýsir øll tiltøk, har nógv eldri fólk savnast, fyri at verja eldri borgarar ímóti Corona smittuvandanum.
Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH, sigur, at tað hevur stóran týdning, at serlig atlit verða tikin til okkara eldru borgarar næstu tvær vikurnar.
-Ven og Virka er staðsett á Sambýlinum á Heygnum, har bæði búfólk og eldri uttanífrá venja dagliga, men fyri at verja búfólkini á Sambýlinum best, so er neyðugt at avmarkað tilboðið soleiðis, at tað bert eru búfólk á Sambýlinum, sum eru til endurvenjing, ið fáa atgongd til Ven og Virka. Aðrar venjingar verða fyribils avlýstar, sigur Jógvan Skorheim.
-Dagtilhaldið Sóljan er eitt vælvitjað tilboð, har fleiri eldri eisini savnast til ítriv og hugna nakrar ferðir um vikuna, men næstu tvær vikurnar verður Dagtilhaldið Sóljan eisini stongt.
-Norðoya Bú- og Heimatænasta fylgir sjálvsagt gongdini neyvt og er til reiðar at tillaga virksemið og mannagongdir, um heilsumyndugleikarnir koma við nýggjum tilmælum, sigur Jógvan Skorheim.
Í Norðoyggjum eru nógv tiltøk, sum verða fyriskipaði av virknum eldri. Bæði Virkishúsið Smæran og pensjónistafelagið Hugni skipa regluliga fyri tiltøkum fyri bæði menn og kvinnur, men Brúkararáðið í Smæruni og pensjónistafelagið Hugni hava í samráð við leiðsluna í NBH boðað frá, at næstu 14 dagarnar verður heldur onki virksemi í kjallarahæddini í Sambýlinum á Heygnum, har bæði Smæran og Hugni hava sítt vanliga virksemi.