Í sambandi við at farið er undir tilgongdina at gera Gulu eind á Heiminum við Vágna til demenseind, hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta havt trý skeið í ymiskum innan demensøkið.
Talan er um sama skeið, sum er endurtikið tríggjar ferðir, soleiðis at øll hava kunna luttikið. Við á seinasta skeiðnum vóru eisini starvsfólk úr Sambýlinum í Bøgøtu, sum longu er skipað sum demenseind.
Endamálið við skeiðnum er m.a. at førleikamenna starvsfólkini, soleiðis at teir borgarar, sum hava fingið staðfest demens, fáa rætta viðgerð og hjálp sum stuðlar undir ein skipaðan innihaldsríkan gerandisdag.
Skeiðið varð væl skipað við bæði innanhýsis og uttanhýsis starvsfólkum, sum hava drúgvar royndir innanfyri økið. Eisini vóru søgur frá avvarðandi, har greitt var frá, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá fólki, ið fáa staðfest demenssjúku.
Vit takka øllum starvsfólkunum fyri góða móttøku av skeiðnum. Eisini ein tøkk til øll tey, sum í hesi tilgongdini hava verið við til at ment demensøkið við sínari rúgvismiklu vitan.