Eldraøkini og talgilda framtíðin

Eldraøkini og talgilda framtíðin

Í síðstu viku skrivaðu umboð fyri eldraøkini og Sjúkrahúsverkið undir sáttmála um, at eldraøkini gerast partur av Talgildu heilsuskipanini hjá Sjúkrahúsverkinum.

Eldraøkini og Sjúkrahúsverkið vara av teimum somu borgarunum, og ofta eru hetta borgarar, sum hava tætt tilknýti til báðar geirar í sambandi við tørv á viðgerð og røkt. Við hesum samstarvi verður samskiftið tvørturum geirar talgilt í einari tryggari skipan.

Tá ein borgari verður útskrivaður frá Sjúkrahúsverkinum og skal hava framhaldandi viðgerð ella røkt frá eldraøkinum, fer nú at bera til at deila tær upplýsingar, sum eru viðkomandi.

Í Talgildu heilsuskipanini fer heilivágsyvirlitið altíð at verða dagført, og hetta er ein stórur fyrimunur samanborið við, hvussu støðan hevur verið.

Komandi árini fara Sjúkrahúsverkið og eldraøkini í felag at gera av, hvussu eldraøkið skal skjalfesta í skipanini, og hvørjar upplýsingar skulu deilast.

Sum kunnugt, skal Sjúkrahúsverkið hava nýggja journalskipan innan komandi árini, tí svenski veitarin av núverandi skipan hevur sagt sáttmálarnar upp við allar kundar uttanfyri Svøríki. Tá Sjúkrahúsverkið flytur yvir á nýggja skipan, flytur eldraøkið við.

Við hesum samstarvi er politiska málið, at tað bert skal vera ein sjúklingajournalskipan fyri føroyska borgaran, rokkið. Tað er okkum vitandi eindømi, at tað verður ein og  sama skipan tvørtur um geirar, og hetta verður ein stórur fyrimunur fyri borgaran eins og fyri starvsfólk, tá samskiftið gerst smidligari, skjótari og altíð dagført.

Landspolitiska og kommunalpolitiska skipanin, leiðslan á eldraøkjunum og Sjúkrahúsverkið gleðast um samstarvið og teir fyrimunir, sum hetta gevur borgarunum.