Eldraráðið í Norðoyggjum bjóðar øllum 60+ til Jólahugnaløtu í Smæruni, leygardagin 24. november kl. 15.
Sum vant bjóðar Eldraráðið í Norðoyggjum aftur í ár til jólahugna, og skráin inniheldur sum vant nógv lekkurt og spennandi til likam og sinn.
Á tiltakinum fáa vit eitt serstakt og áhugavert innlit í lívið og verkini hjá Søren Kierkegaard, sum framvegis eigur pláss í heimssøguni sum ein av fremstu og mest víðagitnu heimspekingum. Hetta verður við fyrilestri, har Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki fer at greiða frá Kierkegaard, sum í sínum skaldskapi fokuseraði nógv uppá lívsins mongu síður, stig og innihald í sær sjálvum.
Sum lærari og ikki minst gjøgnum útvarpssendingarnar ”Filosoffarnir” hevur Jógvan D. Hansen gjøgnum nógv ár givið føroyingum innlit í mongu og fjølbroyttu filosofisku greinarnar, sum uppá so nógvar mátar eisini mynda lívið og gerandisdagin hjá okkum øllum, kanska enntá uttan, at vit yvirhøvur varnast tað.
Umframt fyrilesturin fevnir skráin eisini um hugnaligan jólasang, har Herdis Klein og Absalon Østerø syngja og spæla fyri, og so verður borðreitt við ymiskum lekrum jólaligum til góman. Tríggjar mandlugávur verða eisini latnar hepnum vinnarum.
Øll í aldrinum 60+ í Norðoyggjum eru hjartaliga vælkomin til tiltakið. Tað er ókeypis og verður sum nevnt hildið í Smæruni, leygardagin 24. november kl. 15. Í samband við tiltakið bjóðar Eldraráðið ókeypis flutning til tey, sum eru búsitandi norðanfyri.