Hannilena Jacobsen er sett í starv sum kost- og føðslustarvsfólk á Heiminum við Vágna

Hannilena Jacobsen er sett í starv sum kost- og føðslustarvsfólk á Heiminum við Vágna

Starvið, sum kost- og føðslustarvsfólk er nýtt starv, og er ein liður í einari nýggjari tilgongd, har matarskipanin verður miðsavnað í einum nýggjum køki, sum er ætlaður endamálinum um, at góðskutryggja matarskipanina á Heiminum við Vágna.

Hennilena Jacobsen hevur drúgvar royndir sum kost- og føðslustarvsfólk. Hon varð útlærd í 1977 og hevur starvast innan økið líka síðan. Hennilena Jacobsen hevur roynt nógv ymiskt á síni starvsleið, men hetta starvið verður heilt serstakt, sigur hon.

-Tað er sera spennandi, at fáa møguleika at vera við í hesi tilgongdini frá byrjan. Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at maturin verður gjørdur á staðnum. Tú fært fylgt neyvt við tørvinum, sum kann vera sera ymiskur hjá búfólkunum. Tí fari eg at brúka fyrstu tíðina til at kunna meg um tørvin hjá búfólkunum. Hannilena Jacobsen leggur afturat, at góðu umstøðurnar gera tað eisini møguligt at gera matin frá grundini, og tað er avgjørt við til at tryggja góðskuna.

Katrin Hansen, deildarleiðari á Heiminum við Vágna, fegnast eisini um broytingina, sum nú verður framd. Røktarstarvsfólkini, sum áður hava tikið sær av hesi uppgávuni, kunnu nú í størri mun hugsavna seg um røktaruppgávuna og samstundis vera vís í, at búfólkini fáa rættan heilsukost, sum verður lagaður til tørvin hjá hvørjum einstakum búfólki.

24 búfólk eru á Heiminum við Vágna. Harumframt eru 8-10 borgarar tilknýttir dagtilhaldinum, Búðatrøð. Somuleiðis koma nakrir borgarar, ið eru knýttir at dagtilhaldinum, til døgurða hvønn mikudag á Heiminum við Vágna.

Síðsta arbeiðið verður nú gjørt, og væntast nýggja umskipanin klár fyrst í marts 2019.