Trý starvsfólk heiðra fyri trúgva tænastu

Trý starvsfólk heiðra fyri trúgva tænastu

Seinnapartin fríggjadagin var hátíðarhald í sambandi við, at trý starvsfólk hava starvast á økinum, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta nú varðar av, í 40 ár ella meira. Talan er um Elsubu Petersen, Petrinu Mikkelsen og Ernu Jóhannesen, ið allar eisini fingu kongaligt heiðurstekin.

Karl Johansen, stýrisformaður í NBH handaði teimum heiðursmerkini, og Marna E. Jensen, stjóri í NBH, helt eina røðu, har hon m.a. greiddi frá, hvat varð skrivað í innstillingini.

Elsuba varð lýst sum ein trúfastur og arbeiðssamur starvsfelagði, sum altíð er klár at veita eina góða tænastu til tey eldru í Norðoyggjum.
Sagt varð eisini, at um tørvur er á tí, gongur Elsuba fegin eina eyka míl fyri tey eldru, uttan at reypa av tí – serliga fyri tey, ið ongan avvarðandi hava.

Marna segði soleiðis um Petrinu og Ernu:

– Í Petrinu hava vit ein sera dámligan, trúgvan og eyðmjúkan starvsfelaga, sum altíð veitir búfólkunum eina virðiliga tænastu.
Eisini hevur Petrina sera gott samstarv við tey avvarðandi. Petrina hevur tí øll árini verið sera avhildin av bæði búfólkum, avvarðandi og starvsfólkum.

– Í Ernu hava vit ein sera trúgvan og álítandi starvsfelaga, sum er ein góð fyrimynd fyri sínar starvsfelagar. Erna gongur upp í búfólkini við lív og sál; lærir tey ungu upp til at vera nærverandi við búfólkini, og gongur fyrimyndarliga ynskini hjá teimum avvarðandi á møti.

Sagt varð um allar, at tær altíð hava verið sera hjálpsamar, tá ið tørvur m.a. hevur verið á, at taka eina eina eyka vakt.

Elsuba Petersen byrjaði í Heimatænastuni í 1979.

Petrina Mikkelsen byrjaði á Niðristovu í apríl 1985.

Erna Jóhannesen byrjaði á Niðristovu í mai 1985.

Takk fyri trúgva tænastu, og hjartaliga til lukku við viðurkenningini.