Heilsuhjálpari til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir heilsuhjálpara til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum í Norðoya Ellis- og Vistarheimi, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir
Heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,6 at byrja skjótast gjørligt.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 11 fólk.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Ellis- og Vistarheimi tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv
• Útbúgving sum heilsuhjálpara
• Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
• Góð samstarvsevni

Vit kunnu bjóða
• Stórar fakligar avbjóðingar
• Spennandi og sjálvstøðugt starv
• Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Turið Zachariassen, deildarleiðara, á tlf. +298 793420.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 25. oktober 2017.