Hugnaløta á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

Hugnaløta á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

 

Hárið var krúllað, neglirnar lakeraðar og hugnin millum búfólk og avvarðandi var í hásæti, tá ið Mona Maria úr Fugloy bjóðaði vælkomin til hugnakvøld á Vistarheiminum.

Í mars mánaði tók Mona Maria úr Fugloy við sum deildarleiðari á Vistarheiminum, og tað var í hesum sambandi, at boðið var til tiltakið, sum hevði til endamál at skapa eina upplýsandi og góða hugnaløtu millum búfólk og avvarðandi.

Mona Maria úr Fugloy sigur, at tað hevur stóran týdning, at búfólkini trívast saman við starvsfólkunum, men at ein týðandi liður í trivnaðinum eisini er samstarvið við tey avvarðandi. Eitt av endamálunum við tiltakinum var tískil at kunna um ymisk viðurskifti, sum kunnu stuðla undir gott samstarv og trivnað millum búfólk, starvsfólk og avvarðandi.

– Skipað verður vanliga fyri einum jólatiltaki, har avvarðandi eisini verða boðin við, men hetta seinasta hálvtannað árið hevur sjálvsagt verið merkt av koronustøðuni, sum hevur ført við sær, at møguleikar fyri at samla størri bólkar á Vistarheiminum ikki hava verið eins góðir.

– Tí hava kvinnurnar, sum búgva her, verið ómetaliga spentar til dagin. Tær hava pyntað seg og fyrireikað seg uppá ymiskar mátar fyri at tryggja sær, at orka var til góðan veitsludøgurða og vakrar tónar frá Halli Joensen og Beddi Hansen. Tað hevur verið ein ómetaliga lívsjáttandi dagur, sigur Mona Maria, deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi.