Fleiri møttu til kunningarátakið á Viðareiði, sum var í samband við at Norðoya Bú- og Heimatænasta fer undir at byggja tænastudepil til heimatænastu, venjing og dagtilhald.
Katrin Næs, borgarstjóri i Hvannasundi, leiddi átakið og Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, bjóðaði vælkomin. Síðan var orðið givið til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, sum stutt kunnaði um tilgongdina, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita. Marna greiddi m.a. eisini frá málsetningum, sum Stýrið tá setti sær fyri. Nógv er komið á mál og nógv er í eini tilgongd, men næsta stóra málið, sum nú nærkast, er tænastudepilin, sum væntast klárur í 2024.
Marna segði, at endamálið við tænastudeplinum er at veita tænastur, ið stuðla heilsuni og lívsgóðskuni. Somuleiðis skulu tænasturnar í deplinum stuðla fólkapensjónistum at vera heima, sum longst og kunna ráða sær sjálvum, tí tað hevur kanningararbeiðið hjá NBH víst, at tey eldru ynskja.
Svend Sivertsen, arkitektur frá FuglArk, kunnaði um tænastudepilin og vísti spennandi tekningar, sum eisini vístu hvar Viðareiðis kommuna hevur ætlanir um at byggja barnagarð og tvær íbúðir.
Hedevig Matras, deildarleiðari fyri fysio- og ergoterapieindina hjá NBH, kunnaði um venjingartilboðið, sum longu nú er tøkt og venjingarmøguleikarnar, sum vera í nýggja deplinum. Hedevig vísti m.a. á gransking, sum vísur, at venjing kann útseta innlegging á røktarheim 5 ár. Hetta m.a. tí, at venjing betrar um og varðveitir virkisførleikan.
Til seinast hugleiddi Margetha í Buð, limur í Eldraráðnum, um tað at flyta úr egnum heimi.
Olvheðin Jacobsen sang tríggjar vakrar sangir og øll vórðu boðin til kaffi og hugnaligt prát meðan hugt var eftir nýggju venjingartólunum, sum eru sett upp í eini skúlastovu í skúlanum á Viðareiði.
Venjing á Viðareiði verður mikudag og fríggjadag kl. 13.00 og 14.00. Heimabúgvandi fólkapensjónistar kunnu venja ókeypis, men venjingarskeiðið er tíðaravmarkað og endar aftaná 3 mðr.