Kom í talgildi í Smæruni

Kom í talgildi í Smæruni


Hevur tú brúk fyri hjálp til at samskifta talgilt?

Alsamt størri tørvur er hjá okkum øllum at kunna samskifta talgilt og avgreiða síni viðurskifti á netinum. Í tí sambandi hava vit í Eldraráðnum í Norðoyggjum, saman við Talgildu Føroyum, tikið stig til eitt kunningarátak, har høvi verður hjá teimum sum ynskja tað, at fáa hjálp og vegleiðing.

Tí bjóða vit øllum, ið eru 60+ til kunningarfund um talgilding, har vit seta sjóneykuna á, hvussu vit brúka nýggju tøknina.

Kunningarfundurin verður:

Hvar: Smæran
Nær: 27. apríl 2022 kl 14.00 – 16.00

Umboð frá Talgildu Føroyum fara at veita hjálp til at brúka Samleikan og Vangan.
Stig fyri stig vegleiða tey, hvussu tú fært Samleika appina niður á fartelefon ella teldil og skrásetur teg. Tey vegleiða eisini um, hvussu tú ritar inn á Vangan og Netbankan. Eisini fært tú kunning um møguleikarnar, ið eru á Vanganum.

Øll áhugaði eru vælkomin. Vit viðmæla, at tú hevur telefon ella iPad við tær. Um tú ikki hevur Samleikan, fært tú hjálp at skráseta teg á kunningarfundinum. Minst til at hava pass ella koyrikort við tær.

Á Facebook síðuni hjá Eldraráðnum kanst tú melda teg til tiltakið, so vit vita, hvussu nógv fólk vit skulu vænta.

Til ber eisini at ringja tel. 228488, 221722 ella 215174.