Mona Maria úr Fugloy nýggjur deildarleiðari

Mona Maria úr Fugloy nýggjur deildarleiðari

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Monu Mariu úr Fugloy sum deildarleiðara í Norðoya Ellis- og Vistarheimi. Mona Maria tók við starvinum 15. mars.

Mona Maria hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt. Hon gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 1998, og hevur starvast bæði á sjúkrahúsi og á eldraøkinum, har starvsøkini fevna um bæði heimasjúkrarøkt og onnur samantvinnaði tilboð á bústovnum fyri eldri.

Umframt at vera sjúkrarøktarfrøðingur, so hevur Mona Maria eisini prógv sum kandidatur í sjúkrarøktarfrøði, og hevur leiðsluroyndir bæði í Føroyum og í Danmark, har hon eisini hevur arbeitt sum m.a. deildarleiðari.

Fyri Monu Mariu hevur tað stóran týdning, at búfólkini og starvsfólkini í Norðoya Ellis- og Vistarheimi trívast. Tí vil hon virka fyri, at hon saman við búfólkunum, starvsfólkunum og avvarðandi fær skapt eitt heimligt umhvørvið, har grundleggjandi røktin er í miðdeplinum.

Vit ynskja Monu Mariu hjartaliga til lukku, og bjóða henni vælkomnari í starv hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.