NBH

Umsitingin av heimatænastuni og eldrarøkt varð tann 1. januar 2015, við løgtingslóg nr. 20 frá apríl 2014, flutt frá landinum til kommunurnar at umsita .

Kommunurnar í Norðoyggjum hava skipað avtalu um javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt.

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, umsitir Heimatænastuna og eldraøkið í norðoyggjum.

Tænasturnar eru skipaðar eftir løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 25. mai 2020.

NBH veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivnað borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

Tá eldraøkið varð flutt kommunum at umsita, avgjørdi Stýrið fyri NBH ikki at gera stórar broytingar á økinum beinanvegin. Stýrið setti sær hinvegin fyri at nýta fyrstu tíðina til umfatandi og nágreinligar kanningar av eldraøkinum, so haldgott grundarlag fekst fyri at leggja eina strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH.

Kanningararbeiðið byrjaði við dialogfundum, har brúkarar, avvarðandi, starvsfólk og aðrir fakbólkar, ið samstarvað verður við, fingu høvi at siga sína hugsan um verandi tænastur, og hvussu hesar kunnu skipast betur í framtíðini. Ynski um størri fleksibilitet í tænastunum var ein reyður tráður í dialogfundunum, sum Suni Poulsen, sálarfrøðingur, stóð fyri.
Greiningarfyritøkan Lóður skipaði síðani eina umfatandi spurnarkanning um nøgdsemi, har teir brúkarar, ið kunnu svara fyri seg, ein avvarðandi umboðandi hvønn brúkara og øll starvsfólk vórðu spurd. Úrslitini av nøgdsemiskanningini síggjast her.

Kanningarnar avdúkaðu nøkur felags virðir, sum hava týdning fyri brúkarar, avvarðandi og starvsfólk. Hesi eru:
– Nærvera
– Fleksibilitetur
– Álit, heldur enn eftirlit

Við støði í kanningararbeiðnum og omanfyristandandi virðum er henda visjón orðað fyri NBH:

    • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
    • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
    • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Á sumri 2016 samtykti Stýrið fyri NBH nýggja strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH. Strategiin er grundað á úrslitini í umfatandi kanningararbeiðnum. Ein faldari er borin øllum húskjum í Norðoyggjum, har greitt verður framtíðarætlanunum hjá NBH.

Búmerkið hjá NBH varð avdúkað tann 27. februar 2015. Sonja Kjølbro, sniðgevi, hevur evnað búmerkið, sum er úrslit av eini búmerkjakapping. Sólgerð Vang, deildarleiðari á Sambýlinum á Heygnum, vann kappingina. Frágreiðing um búmerkið sæt her.