– Endiliga slapp eg at síggja Varpið, sum eg havi hoyrt so nógv um!
Soleiðis segði ein gestur, sum var so ómetaliga fegin um, at starvsfólk høvdu tikið seg við til eina tónleika uppliving í Varpinum, fyrrapartin í dag.
Umleið 200 fólk møttu í morgun til tiltak í Varpinum, sum varð fyriskipað av NBH í samband við árligu Spæl føroyskt vikuna.
Tað tók sína tíð at fáa øll uppá pláss, tí nógvir koyristólar skuldu koyrast millum búplássini og Varpið, men við góðari hjálp frá starvsfólkunum gekk tað avbera væl.
Nógv av teimum sum møttu hava ikki sæð hvønn annan í áravís, so tað var ikki sørt rørandi at uppliva, hvussu glað øll vóru fyri upplivingina.
Tríggjar ymiskar tónleika upplivingar og ein góðan drekkamun! Tað er onki at ivast í, at í dag savnaði føroyski tónleikurin fólkið.