Sum kunnugt varð Klaksvíkar kommuna rakt av netálopi um vikuskiftið. Hetta merkir, at teldusníkar hava lagt hald á telduskipanir hjá kommununi.
Karl Johansen, borgarstjóri og stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu, sigur, at støðan er álvarsom, tí kommunan hevur onga atgongd til sínar dátur. Arbeitt verður við at fáa greiðu á, hvussu umfatandi álopið er, men sannlíkt eru viðkvæmar upplýsingar komnar í skeivar hendur.
– Serkøn fólk, sum hava royndir við tílíkum, arbeiða í løtuni saman við avvarðandi myndugleikum fyri at finna útav, hvat er hent, og hvør avleiðingin verður. Samstarvað verður við bæði løgregluna, KT-Landsins og kt-veitarar. Fráboðan er somuleiðis send Dátueftirlitinum.
Stýrisformaðurin leggur afturat, at arbeiðsstøðan hjá umsitingini er nógv merkt av støðuni, men í høvuðsheitum virka flestu tænastuveitingar, bæði hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.