Í farnu viku kom nýkeypti serflutningsbussurin til Klaksvíkar og gamli bussurin verður skiftur út ein av komandi døgunum.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í Norðoya bú- og heimatænastu var skjótur niðan til Kjartan Simonsen í Klingrugarði, tá boðini frættust, at nýggi serflutningsbussurin var komin til býin. Býráðið samtykti í oktober at keypa nýggjan serflutningsbuss, og í farnu viku kom nýggja akfarið til Klaksvíkar úr Danmark, har bussurin hevur tænt sum framsýningarbussur hjá framleiðaranum.
Talan er um ein buss av slagnum MAN við 12 setrum og allari eykaútgerð, sum tørvur er á. Hann hevur fjølbroyttar nýtslumøguleikar og er rúmligur við setrum og pláss fyri koyristólum.
– Gamli serflutningsbussurin hevur tænt væl og virðiliga fyri seg, og við nýggja bussinum tryggja vit brúkarunum av serflutningstænastuni eina góða, høgliga og ómakaleysa tænastu, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Bjarni Nielsen, bussførari greiðir frá, at serflutningsbussurin koyrir aftur og fram við nógvum brúkarum hvønn einasta dag, og at brúkarar fevna um allar aldursbólkar.
Nú verður bussurin gjørdur klárur til nýtslu, eitt nú við áseting av búmerki og øðrum, og skjótt fer hann í tænastu, vónandi til gleði og nøgdsemi hjá okkara mongu brúkarunum av serflutningstænastuni.