Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Katrin Hansen í starv sum deildarleiðara á Heiminum við Vágna frá 1. juli 2018.
Katrin gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 2005, og hevur starvast innan eldraøkið í fleiri ár. Hon hevur fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt, og hevur í síni yrkisleið eisini verið ein virkin partur av leiðsluarbeiði.
Í starvinum sum deildarleiðari verður Katrin ein týðandi partur av leiðslutoyminum hjá NBH. Hon kemur tískil at hava ein virknan leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.
Katrin skal harumframt tryggja, at búfólkini á Heiminum við Vágna fáa dygdargóða røkt og umsorgan í heimligum umhvørvi.
Vit ynskja Katrini hjartaliga til lukku, og bjóða henni vælkomnari í starv hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.