Einaferð um mánaðin verður skipað fyri dagtilhaldsløtu í Mikladali. Hetta er komið í lag, aftaná at Eldraráðið saman við Norðoya Bú- og Heimatænastu hevði ein kunnandi fund á Café Eðge um tilboð og tænastur, sum verða veittar. Tá kom nevnliga eitt ynski fram um, at okkurt varð gjørt á Kalsoynni.
Í síðsta mánað varð hetta fyriskipað fyri fyrstu ferð, og aftur í dag er dagtilhaldsløta í Mikladali. Á skránni var góður matur, sangur og bingo.
Rúna Josephsen og Unn Østerø, sum dagliga arbeiða á dagtilhaldinum Sóljan í Klaksvík vóru saman við stjóranum, Marnu E. Jensen, sera væl móttiknar til hesa fyrstu løtuna og fingu nógvar góðar søgur um lívið í Kalsoynni fyrr og nú.
Dagtilhaldsløtan er í avhaldshúsinum í Mikladali síðsta fríggjadag í hvørjum mána frá kl. 11:30 til 14:30, og eru tær fyriskipaðar av dagtilhaldinum Sóljan.
9 fólk, ið eru eldri enn 67 ár, búgva á Kalsoynni. Hesi fáa boð frá ferð til ferð, nær hesar løtur verða fyriskipaðar.