Øðrvísi venjingardagar í Ven og Virka

Øðrvísi venjingardagar í Ven og Virka

Seinastu tríggjar vikurnar hevur verið skipað fyri serligari bólkavenjing fyri menn. Teir, sum hava luttikið, ganga frammanundan til skipaða venjing í Ven og Virka tveir dagar um vikuna. Talan hevur tí verið um nakrar produktivar vikur.
Bólkavenjingin hevur verið bjóðað hesum bólki í samband við, at ergoterapieindin hevur tvey starvslesandi, sum í løtuni nema sær útbúgving, sum psykomotoriskir terapeutar.
Útbúgvingini leggur dent á menniskja í síni heild, men tað, sum serliga eyðkennir hesa útbúgvingina er koblingin millum kroppin og tað sálarliga. Tvs. samanhangin millum, hvussu kroppurin hevur tað, sosialu og sálarligu heilsuna, og hvørji amboð kunnu brúkast fyri at gerast meira tilvitaður um samlaðu heilsustøðuna.
Pernille Frandsen, sum dagliga starvast á ergoterapieindini í Ven og Virka sigur, at vejingarnar, sum hesin bólkurin hevur gjørt saman við teimum starvslesandi, eru nakað øðrvísi enn venjingin, sum teir annars eru vanir við. Vanliga verður vant við maskinum, men hesar venjingarnar leggja í størri mun upp til rørslur, har tú kanst brúka egna kropsvekt, eisini nevnd funktionel venjing.
Venjingarnir hava verið í Virkishúsionum Smæruni og í Dagtilhaldinum á Búðatrøð, og hevur tilboðið verið væl móttikið av bæði starvsfólkum og brúkarum.