Reingerðarfólk til Norðoya Røktarheim

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir reingerðarfólki til Norðoya Røktarheim

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Norðoya Røktarheimi, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir
• Reingerðarfólki á setanarbrøki 0,5 at byrja 1. des. 2017, ella eftir nærri avtalu.
Arbeitt verður aðru hvørja viku

Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Røktarheimi tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Førleikakrøv
• Røkin
• Skilir týdningin av góðum reinføri fyri trivnaðin og heilsuna hjá búfólkunum
• Góð samstarvsevni

Vit kunnu bjóða
• Spennandi og sjálvstøðugt starv
• Gott samstarv við onnur fakfólk

Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tlf. +298 793430.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi fríggjadagin 17. november 2017.