Sambýlið á Heygnum fingið neyðstreymsskipan

Sambýlið á Heygnum fingið neyðstreymsskipan

Eldraráðið í Norðoyggjum hevur regluligar fundir við leiðsluna í NBH, har ymisk mál verða viðgjørd. Eldraráðið hevur m.a. víst á, at tørvur er á at fáa neyðstreym í búeindirnar hjá NBH. Hesum ynski hevur stýrið í NBH gingið á møti, og hevur sett fyrstu neyðstreymsskipanina upp á Sambýlium á Heygnum.

Neyðstreysskipanin er sjálvkoyrandi, og merkir hetta, at tá ið streymurin fer, so verður Sambýlið á Heygnum ikki merkt av hesum, tí tað ganga einans trý sekund frá tí, streymurin fer, til neyðstreymsskipanin tekur við. Tá tangin er fullur, kann neyðstreymsskipanin virka upp til 24 tímar, men eisini longur, um tangin gerst tómur, og meira verður fylt á.

Gerda Absalonsen, sum í løtuni er virkandi forkvinna, sigur, at hendan íløgan hevur stóran týdning fyri Eldraráðið.

-Hetta er eitt ynski, sum vit hava havt leingi, og tí er tað stuttligt hjá okkum at uppliva, at hetta nú er veruleiki. Eg haldi eisini, at hetta átti at givið fleiri mót til at stilla upp til komandi val í heyst, tá Eldraráðið skal skipast av nýggjum, tí í Eldraráðnum gera vit mun, sigur Gerda Absalonsen.

Neyðstreymsskipanin kostaði væl minni, enn mett varð av fyrstan tíð, og tí er støða eisini tikin til, at sama skipan skal setast til á Heiminum við Vágna.