Samdøgursrehabilitering er eitt tilboð, sum NBH bjóðar heimabúgvandi fólkapensjónistum í Norðoyggjum, ið hava ynski og tørv á at endurvinna mistar førleikar og at megna gerandisdagin aftur.
Rehabilitering er ein miðvís og tíðaravmarkað samstarvstilgongd millum borgara, avvarðandi og serkøn fólk.
Yvirskipaða endamálið er, at fólkapensjonisturin megnar gerandisdagin, hevur tamarhald á egnari tilveru, og fær møguleika fyri at búleikast heima sum longst.
Í roynd og veru snýr rehabilitering á eldraøkinum seg altíð um, at tann eldri er í miðdeplinum, sjálvur setur mál fyri rehabiliteringina, og at fakfólkini taka støði í gerandisvirkseminum hjá eldra borgaranum.
Samdøgursrehabilitering er staðsett á Sambýlinum á Heygnum og er skipað við einum tvørfakligum toymi við ergoterapeutum, fysioterapeutum, sjúkrarøktarfrøðingum og røktarstarvsfólkum, sum stuðla undir, at málið borgarin setur verður rokkið.
Um ein hevur tørv á samdøgursrehabilitering ber til at søkja um tænastuna. Umsóknarblaðið fæst her.
Faldari um samdøgursrehabilitering sæst her.
Til ber eisini at venda sær til rehabiliteringstoymið um nærri kunning á tlf. 793415/793460 ella senda fyrispurning við telduposti til jonao@nbh.fo