Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur tikið stig til at fara undir skipaða undirvísing fyri hjálparfólkum, sum ikki hava heilsufakliga útbúgving.
Tilsamans 30 starvsfólk hava seinastu tvær vikurnar verið á skeið, har tey í fimm seinnapartar, tríggjar tímar hvørja ferð, hava fingið undirvísing í millum annað persónligari røkt, heilivági, rehabilitering, ergonomi, demens, samskifti, etik og umsorgan.
Marna E. Jensen, stjóri í NBH, sigur, at hon gleðist um, at NBH hevur so nógv dugnalig starvsfólk. Fleiri av okkara starvsfólkum hava høgan starvsaldur og tí nógvar royndir, og tað styrkir okkum avgjørt í strembanini eftir at veita eina tænastu á høgum fakligum støði.
– Tað er ein sannroynd, at eftirspurningurin eftir fakligum heilsustarvsfólkum er stórur og trupul at nøkta. Tí er tað gleðiligt, at okkara royndu deildarleiðarar, og onnur starvsfólk í NBH, kunnu raðfesta tíð til at undirvísa okkara starvsfólkum, soleiðis at vit áhaldandi kunnu veita eina góða tænastu.
– Ummælini, eftir tvey tey fyrstu skeiðini, hava verið ómetaliga góð. Hóast fleiri av starvsfólkunum hava arbeitt í røktini í eina rúma tíð, so siga starvsfólkini, at skeiðið avgjørt styrkir tey fakliga og ger tey enn meira trygg í uppgávuni, og tað er gleðiligt, sigur Marna E. Jensen.
Ætlanin er at bjóða skeiðið út eftir tørvi.