Slóðbrótandi skeið í Parkinsonsjúku

Slóðbrótandi skeið í Parkinsonsjúku

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænasta og Parkinsonfelagið hava í felag skipað fyri skeiði í Parkinsonsjúku.

Skeiðið er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, og er skipað eftir leisti úr Danmark, har danska parkinsonfelagið saman við fakfólkum hava sett á stovn eina parkinsonsamskipara-útbúgving.

Væntandi vitan um parkinsonsjúku hevur ofta við sær, at tann sjúki og familjan ikki fáa rætta hjálp í rættari tíð. Hetta ávirkar fyrst og fremst familjurnar, sum eru raktar av sjúkuni, men kann eisini hava fíggjarligar avleiðingar fyri heilsuverkið og kommunalu eldraøkini. Endamálið við skeiðnum er tískil, at

   Menna dygdina í arbeiðnum hjá heilsustarvsfólkum í mun til vegleiðing, stuðul, rehabilitering, røkt og umsorgan fyri menniskjum við parkinsonsjúku og teirra avvarðandi í gerandisdegnum

–    Styrkja og menna samstarvið tvørtur um fak og geirar fyri at tryggja, at menniskju við Parkinsonsjúku fáa eina so góða og samanhangandi sjúklinga- og/ella borgaragongd sum gjørligt

Fakfólk úr danska og føroyska heilsu- og almannaverkinum við servitan innan Parkinsonsjúku hava undirvíst á skeiðnum. Eisini hava sjúklingar og avvarðandi greitt frá, hvussu tað er at liva við parkinsonsjúku.

Luttakararnir starvast í størstan mun á kommunalu eldraøkjunum, men starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Lanssjúkrahúsinum hava eisini luttikið.

Fyriskipararnir vóna, at vitanin, heilsustarvsfólk hava ognað sær, fer at gagna menniskjum við parkinsonsjúku og familjunum, soleiðis at tey við rættari viðgerð og stuðli í størstan mun kunnu varðveita sínar førleikar og virkna leiklut í samfelagnum.

Virkishúsið Smæran í Klaksvík hevur verið karmur um skeiðið. Til prógvhandanina, fríggjadagin 27. oktober 2017, helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, røðu. Hann nevndi m.a. at týttleikin av parkinsonsjúku er høgur í Føroyum, og tí er hetta skeiðið eitt frambrot, sum slóðar fyri betri dygd innan øki. Eisini Bergunn Kass, sum umboðaði Eldranevndina í Tórshavnar kommunu, nýtti høvið at minna fjøldina á, at sjúka ikki er nakað man er, men nakað man hevur.

Røðan hjá Jógvan Skorðheim kann lesast niðanfyri. Somuleiðis er ein leinkja, niðast á síðuni, til røðuna hjá Bergunn Kass.

Góðan dag øll somul

Á leið 130 fólk liva við Parkinsonsjúku í Føroyum, kanska enntá fleiri.

Og hvørt ár leggjast umleið 12 til 14 afturat.

Hesi eru døpur tøl sum staðfesta, at týttleikin er høgur í Føroyum.

Hvat kunnu vit so gera við tað?

Ein møguleiki er, at vit mótfallin yppa øksl og siga, at vit tíverri ikki kunnu fyribyrgja sjúkuni.
Ein annar møguleiki er, at vit bretta uppum armar.

At vit spyrja okkum sjálvi og hvønn annan, hvussu vit best kunnu stuðla og hjálpa parkinsonsjúklingum við at varðveita sínar førleikar og virkna leiklut í samfelagnum.

Tit hava øll valt seinna møguleikan, og tað eri eg ómetaliga glaður fyri.

***

Eg eri ómetaliga glaður og errin av at vera við til hesa stóru løtuna, nú tit fáa prógv fyri lokið skeið í Parkinsonsjúku.

Eitt høgt fakligt støði er ein av grundsteinunum undir visjónini um at geva øllum í samfelagnum, óansæð aldur og diagnosu, ein virðiligan og innihaldsríkan gerandisdag.

Eg vóni inniliga, at tit sum skeiðsluttakarar og starvsfólk á heilsuøkinum hava fingið líka stóran vinning burturúr skeiðnum, sum tit nú fara at kunna geva øðrum.

Síðan eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita hava allir partar lagt nógva orku í at lyfta støðið til frama fyri brúkarum av tilboðum og tænastum og teirra avvarðandi.
Og prógvið, sum tit fáa í dag er ein týdningarmikil steinur á tí varðanum.

***

At enda vil eg takka Parkinsonfelagnum, Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu fyri gott samstarv við Norðoya Bú- og Heimatænastu í samband við hetta skeiðið.

Túsund takk eisini øll tit, sum hava undirvíst á skeiðnum og ikki minst tit, sum hava Parkinson heilt nær lívinum, sum eisini hava greitt frá.

Og sjálvandi hjartaliga til lukku til tykkum skeiðsluttakarar.

Túsund takk fyri, at tit ikki yppa øksl, men harímóti bretta uppum armar.

Tað hevur alt at siga.

Takk fyri.

Les røðuna hjá Bergunn Kass her