Bólkaleiðari til Heimatænastuna

Bólkaleiðari til Heimatænastuna

Ynskir tú at ganga á odda og styrkja tænasturnar til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum – so er starvið sum bólkaleiðari í Heimatænastuni ein møguleiki

 Vit sóknast eftir

Sjúkrarøktarfrøðingi í fulltíðar bólkaleiðarastarv frá 1. november 2025 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri lægri starvsbroti. Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja dygd í tænastuni og samanhangandi borgaragongdir.

Uppgávurnar fevna um, at

  • Stuðla starvsfólkunum í at skipa dagliga arbeiðið við atliti at dygd í tænastunum
  • Stuðla undir menning av fakligum førleikum og etiskum umhugsi hjá starvsfólkunum
  • Vitja borgarar við tí endamáli at tryggja haldgott tænastustøði, eins og nøktandi og tryggar karmar hjá starvsfólkunum at arbeiða í
  • Stuðla starvsfólkunum í at skjalfesta og dagføra viðkomandi skjøl í talgildu heilsuskipanini
  • Tryggja at dagførdar, skrivligar heimahjálparaavtalur eru tøkar í heiminum hjá borgaranum
  • Tryggja rættar arbeiðsgongdir, og at starvsfólk kenna og arbeiða eftir mannagongdum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH
  • Stuðla undir dygdargott samstarv tvørtur um fak, eindir og geirar
  • Saman við deildarleiðara tryggja, at Heimatænastan lýkar lógar- og eftirlitskrøv
  • Avloysa deildarleiðaran í Heimatænastuni

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið, eins og leiðslu, kunnu vera fyrimunir. Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum bólkaleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við deildarleiða, starvsfólk, borgarar og teirra avvarðandi. Góð samstarvs- og samskiftisevni eru tí týdningarmiklir eginleikar.

Arbeiðið í Heimatænastuni er skipað í samstarvi við aðrar eindir í NBH, eins og við aðrar fakbólkar, stovnar og geirar. Tí vænta vit, at tú eisini hevur góð evni at samskipa og megnar at virka í einum tvørfakligum toymi.

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður roknað við, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Fyri at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar NBH øllum starvsfólkum at venja ókeypis í veningarhølunum ‘Ven og Virka’.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara í Heimatænastuni, á tel. +298 793480 ella við telduposti til perj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 07. oktober 2025