Ergoterapeutur til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka

Ergoterapeutur til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka

Vit sóknast eftir

Ergoterapeuti til Ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka at byrja 1. desember ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv í 2026. Frá 1. januar 2027 verður starvsbrotið 0,7.

Ábyrgdarøkið verður at virka í einum tvørfakligum toymi, har tín uppgáva verður:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta at seta átøk í verk til eldri borgarar
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
  • At vera við í visitering
  • At vera partur av rehabiliteringstoyminum
  • At hava ábyrgd av hjálpartólum
  • At undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi

Arbeiðið hjá ergoterapeutunum fer fram í Ergo- og fysioterapeuteindini Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur.

Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at búleikast heima sum longst og at megna sín gerandisdag út frá ynskjum og tørvum hins einstaka.

Ven og Virka hevur góðar karmar og fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av støðugu menningini av tilboðum og tænastum.

Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta, evni til sjálvstøðugt at samskipa arbeiðið, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul og virkisfús/ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði, sum fyri starvsfólk millum annað sæst aftur í, at tað hjá NBH eru góðir møguleikar fyri fakligari menning.  Nevndu virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, www.nbh.fo.

Starvsfólk kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ’Ven og Virka’ eftir ávísari skipan.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Ergoterapeutfelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sóley Sjúrðaberg, leiðandi ergoterapeut, á tel. 793465 ella við telduposti til soleys@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 25. november 2025.