Vit sóknast eftir
Heilsuhjálpara á setanarbroti 1,0 ella eftir nærri avtalu at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Á Heiminum við Vágna eru 24 búpláss í trimum eindum, harav tvey eru stutttíðarpláss. Eina eindin er demenseind burturav.
Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum á Heiminum við Vágna dygdargóða røkt, eins og ein tryggan og meiningsfullan gerandisdag út frá ynskjum og tørvum hjá tí einstaka búfólkinum.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari.
Fyri at náa endamálinum um dygdargóða røkt, vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við starvsfelagar, búfólk og avvarðandi, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, góðari upplæring og spennandi avbjóðingum, har tú fært brúkt tína umsorganar- og røktarfakligu vitan og førleikar, og kanst menna teg fakliga og persónliga.
Sum liður í at stuðla heilsu og trivna, bjóða vit øllum starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg nærri um her: sí https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Kristinu Viderø, deildarleiðara, á tel. 793440 ella við telduposti til kristinan@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 19. november 2025.