Køksfólk til Heimið við Vágna

Køksfólk til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir

Køksfólki til Heimið við Vágna á starvsbroti 0,45 at byrja 15. august 2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 5 tímar gerandisdagar og 7 tímar triðja hvørt vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna búgva 24 fólk. Dagtilhaldið Búðatrøð húsast somuleiðis á Heiminum við Vágna, her vitja umleið 20 fólk gerandisdagar.

Endamálið við starvinum er – í tøttum samstarvi við kostfakliga leiðaran – at tryggja búfólkunum á Heiminum við Vágna og borgarum í dagtilhaldinum Búðatrøð góðan og føðslurættan kost eftir tørvi.

Vit vænta:

– At tú ert fyrikomandi og ábyrgdarfull/-ur
– At tú megnar at arbeiða saman við starvs- og búfólkum í mun til teirra tørv og ynskir, og soleiðis stuðlar   undir einum góðum arbeiðsumhvørvi og trivnað í húsinum
– At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Førleikakrøv og karmar

Kravið til starvið er, at tú hevur áhuga fyri føðslugóðum kosti og hegni til at starvast í einum køki. Royndir innan matgerð kunnu vera ein fyrimunur. Væntað verður somuleiðis, at tú er røkin og hevur góð evni at samskifta og samstarva.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.

Fyri at stuðla undir tína heilsu, bjóða vit tær at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir

Verða sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Kristina Viderø Nysted, deildarleiðara á Heiminum við Vágna, á tel. 793440 ella við telduposti til kristinan@nbh.fo

Umsókn, við avritum av arbeiðsroyndum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 3. juli 2025.