Ynskir tú at menna tínar fakligu førleikar og royndir innan demensøkið? So er møguleikin her!
Sambýlið í Bøgøtu er eitt væl skipað heim við góðari normering. Í heiminum búgva seks búfólk, tvey starvsfólk eru á dag- og kvøldvakt. Arbeiðsdagurin og huglagið á heiminum er róligt. Sum røktarstarvsfólk hevur tú tíð til at veita umsorgan og røkt, ið er tillagað til einstaka búfólkið.
Í Sambýlinum í Bøgøtu starvast sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og starvsfólk uttan heilsufakliga útbúgving. Harumframt hava vit gott tvørfakligt samstarv við demensklinikkina, lækna, fysioterapeut og ergoterapeut.
Búeindin er eitt fleksibult arbeiðspláss, har vit lurta eftir ynskjum hjá starvsfólkunum, tá ið arbeiðsætlanin skal leggjast. Vit leggja dent á at arbeiða á einum fakliga høgum støði og eru tilvitað um, at starvsfólkini fáa møguleika fyri menning.
Vit sóknast eftir einum starvsfólki til fast starv á starvsbroti 0,8 frá 1. juni ella eftir nærri avtalu. Ynskiligt er, at tú hevur útbúgving og autorisatión sum heilsurøktari. Tú ert tó vælkomin at søkja, um tú ikki ert heilsurøktari, men hevur áhuga fyri starvinum.
Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) leggur dent á, at tú:
- Hevur førleika og áhuga í at veita eldri borgarum við røktartørvi og demenssjúku stuðul og hjálp út frá teirra ynskjum og tørvum
- Ert við til at stuðla undir trivnað hjá bæði búfólkum og starvsfólkum
- Hevur evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðnum
- Vísir jaligan hugburð og góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða:
Eitt spennandi arbeiðspláss, har tíð er at veita umsorgan og røkt tillagað einstaka búfólkinum við støði í persónsmiðsavnandi umsorgan (PCC). Eins og eitt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum og góðum tvørfakligum samstarvi.
Fyri at stuðla undir tína heilsu, stendur tær í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið/Heilsuhjálparafelag Føroya.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Jonnu Joensen, deildarleiðara, tel. 793425 og teldupost jonnaj@nbh.fo
Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er 17. apríl.