Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna

Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbroti 0,65 at byrja 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.

Heimasjúkrarøkt umfatar sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri. Tænastan verður í størsta mun veitt heimabúgvandi borgarum í Norðoyggjum, men fevnir somuleiðis um búeindirnar hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við góðari innleiðslu, har tú fert at hava sera fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir, bæði úr sekundera og primera geiranum, eru tískil viðkomandi fyri starvið. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldraøkið vera ein fyrimunur, eins og útbúgving sum kliniskur vegleiðari.

Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur í Heimatænastuni er skipað í samstarvi við aðrar eindir í NBH, eins og við aðrar fakbólkar, stovnar og geirar. Tí vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði, sum fyri starvsfólk m.a. sæst aftur í, at tað hjá NBH eru góðir møguleikar fyri fakligari menning.

Nevndu virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Starvsfólk hava kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ’Ven og Virka’ eftir ávísari skipan.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tel. 793470 ella við telduposti til perj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 22. apríl 2025.