Starvsfólk við kostfakligari útbúgving til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Starvsfólk við kostfakligari útbúgving til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Vit sóknast eftir
Starvsfólki til køkin í Norðoya Ellis- og Vistarheim frá 1. oktober 2024.  Starvsbrøkurin er 0,475, og arbeitt verður í dagtímum aðruhvørja viku, eisini annaðhvørt vikuskifti.
Endamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum føðslugóðan kost eftir tørvi. Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um matframleiðslu, at leggja til rættis og samskipa, innkeyp og innaneftirlit. Hesar skulu fremjast í tøttum samstarvi við annað starvsfólk í køkinum á Norðoya Ellis- og Vistarheimi.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst kostfaklig útbúgving, so sum føðsluatstøðingur ella onnur kostfaklig útbúgving.

Um teg:
– Tú hevur góð evni at samskifta og samskipa og megnar at hava yvirlit undir trýsti.
– Tú megnar at arbeiða saman við starvs- og búfólkum í mun til teirra tørv og ynskir, og stuðlar soleiðis undir einum góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði í húsinum.
– Tú ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur.

Royndir frá stovnskøki kunnu vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við fakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu.

Øllum starvsfólkum í NBH stendur í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven & Virka’.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Verða sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost & føðslufelagið.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Dianu Johannessen, deildarleiðara á Norðoya Ellis- og Vistarheimi, á tel.+298 793420 ella við telduposti til dianaj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 16. august 2024.