Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, umsitir eldraøkið í Norðoyggjum og hevur tískil ein týðandi leiklut í Norðoyggjum. Fleiri enn 700 borgarar gagnnýta tænastur og tilboð, sum NBH veitir.
Í NBH eru áleið 275 starvsfólk umboðað av 10 ymiskum fakbólkum, sum starvast á fleiri ymiskum økjum.
Virðir
Virksemið hjá NBH er skipað strategiskt, og er grundað á virðini: Nærveru, fleksibilitet og álit heldur enn eftirlit. Við støði í hesum virðum er visjón fyri framtíðarvirksemið hjá NBH orðað.
Visjón
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Setanartilgongd
Umsøkjararnir til deildarleiðarastarvið fáa móttøkuváttan, tá ið NBH hevur móttikið umsóknina. Setanarsamrøðurnar verða væntandi í viku 35 í 2025. Gongst sum ætlað, fáa umsøkjararnir svar í seinasta lagi 30. august 2025.
Ábyrgdarøki, starvskarmar og møguleikar
Í tøttum samstarvi við stjóran fyri NBH hevur deildarleiðarin ábyrgd av dagligu leiðsluni á Sambýlinum í Bøgøtu.
Sum deildarleiðari skalt tú at tryggja, at búfólkini fáa nøktandi tænastu á einum fakliga høgum støði, og at tað áhaldandi verður arbeitt við at skapa karmar fyri, at tey kunnu trívast.
Somuleiðis verður tað tín uppgáva at tryggja, at arbeiðsætlanin stuðlar undir dygd og samanhangi í røktini, samstundis sum sáttmálarnir hjá starvsfólkunum verða hildnir, at tilfeingið verður nýtt til fulnar, og at fíggjarætlanin fyri Sambýlið í Bøgøtu heldur.
Sum deildarleiðari fært tú, í samstarvi við fakliga samskiparan hjá NBH, ábyrgd av, at fakliga styrkin hjá starvsfólkunum verður ment, og tí er neyðugt, at deildarleiðarin ger sítt til at menna eitt vælvirkandi tvørfakligt samstarv, sum kann stuðla og fremja vitanardeiling.
NBH raðfestir eitt trygt og heimligt umhvørvi í búeindunum. Tí verður væntað, at deildarleiðarin virkar fyri dygdargóðari røkt og viðgerð í eini fyribyrgjandi og rehabiliterandi tilgongd, í góðum og virðiligum samstarvi við búfólk, starvsfólk og avvarðandi.
Øll starvsfólk hjá NBH kunnu ókeypis nýta venjingarhølini, Ven og Virka, hjá Fysio- og ergoterapieindini í NBH.
Lønartalva
Deildarleiðarar ganga á 11. stigi í galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sí her https://sjukrarokt.fo/wp-content/uploads/2023/11/Lonartalva-FFS-januar-2025.pdf