Vit sóknast eftir
Einum visitator frá 1. november 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, ið er staðsett í Heimatænastuni. Frammanundan starvast ein leiðandi visitator.
Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja borgarum fakliga grundaða tørvsmeting í sambandi við tilboð og tænastur, sum NBH veitir, út frá løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Uppgávurnar fevna m.a. um, at
- Veita fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, rehabilitering, røkt, umsorgan og viðgerð
- Meta um førleikar hjá heimabúgvandi borgarum og teirra tørv á tænastum
- Dagføra bíðilistar
- Fyrireika frágreiðingar til upptøkufundir
- Samstarva við aðrar eindir í NBH, Sjúkrahúsverkið og Almannaverkið í mun til visitering
- Veita fyribyrgjandi heimavitjanir
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur, fysioterapeutur ella sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving og royndir innan visitatión og gerontologi kunnu vera fyrimunir.
Eisini er koyrikort til persónbil eitt krav.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum visitator fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við starvsfelaga, borgarar og teirra avvarðandi. Góð samstarvs- og samskiftisevni eru tí týdningarmiklir eginleikar, og at tú megnar at virka í einum toymi. Eisini verður væntað, at tú hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, og at tú megnar at arbeiða miðvíst og kreativt í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur.
Vit kunnu bjóða eitt fakliga spennandi og mennandi arbeiðspláss við góðari innleiðslu. NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður roknað við, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Fyri at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar NBH øllum starvsfólkum at venja ókeypis í veningarhølunum ‘Ven og Virka’.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra, á tel. +298 793400 ella við telduposti til marnae@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 07. oktober 2025.