Heimahjálp verður veitt borgarum, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt ella stuðli við tí endamálið at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivnað borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.
Heimahjálp verður veitt soleiðis:
- Bráðfeingis heimahjálp kann verða veitt í eitt styttri tíðarskeið, tá ið foreldur berast frá orsakað av sjúku, barnsburði ella eftirbata.
- Heimahjálp kann í óavmarkaða tíð verða veitt pensjónistum, ið hava tørv á hjálp ella røkt orsakað av varandi sjúku ella breki
- Heimahjálp kann verða veitt fyribils í eitt styttri tíðarskeið orsakað av bráðfeingis sjúku ella breki.
Heimahjálp eftir pkt. 1 og 3 verður veitt ókeypis, meðan fyri heimahjálp veitt eftir pkt. 2 skal gjaldast í mun til inntøku fyri hvønn tíma. Gjaldið er ásett í kunngerð nr. 126 frá 17. des. 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. Kunngerðin sæst her.
Avgerð um at veita hjálp verður tikin við støði í eini fakligari meting, har starvsfólk hjá NBH kemur á heimavitjan.
Metingin tekur støði í førleika og tørvi borgarans og orkuni hjá privata netverkinum.
Um tørvur er á heimahjálp, ber til at venda sær til NBH á tel. 793400 yrkadagar millum kl. 8.00 – 15.00 ella senda umsóknarblað, sum fæst her.
Deildareiðari er Per Johannessen, sjúkrarøktarfrøðingur.
Adressa:
Bøgøta 34
Tel. 793480
nbh@nbh.fo