Hava tygum tørv á tænastum frá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), ber til at venda sær til NBH á tel. 793400 yrkadagar frá kl. 8.00 – 15.00 ella útfylla umsóknarblað, sum verður at senda til nbh@nbh.fo ella til Norðoya Bú- og Heimatænastu, N. Pálsgøtu 32, 700 Klaksvík.
Umsóknarblað til tænasturnar hjá NBH er at finna her.
Tænasturnar hjá NBH fevna um:
Heimatænastu
– Heimasjúkrarøkt
– Heimahjálp
Ergo- og fysioterapi
Dagtilhaldið, Búðatrøð, fyri fólk við demenssjúkum
Dagtilhaldið, Sóljuna, fyri pensjónistar í Norðoyggjum
Mattænastu
Stuðul til reingerð
Fyribyrgjandi heimavitjanir
Ansingarsamsýning
Samdøgursrehabilitering
Umlætting
Bústovnar
– Sambýlið á Heygnum
– Sambýlið í Bøgøtu
– Norðoya Ellis- og Vistarheim
– Norðoya Røktarheim
– Heimið við Vágna
Samskaparar
Sjálvboðið arbeiði
Avgerð um at veita eina tænastu er grundað í eini fakligari meting. Tað vil siga, at starvsfólk, visitator og/ella ergoterapeutur, hjá NBH koma á heimavitjan hjá tygum at meta um førleika og tørv saman við tygum.