Vitandi um, at fleiri borgarar aftra seg við at keypa sær reingerðartænastu vegna gjaldið, tey mugu rinda, hevur stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu samtykt at veita stuðul til reingerð til teir fólkapensjónistar, ið einans hava vanliga fólkapensjón sum inntøkugrundarlag og ein mettan tørv á stuðli til reingerð.
Fíggjarligi stuðulin fevnir um reingerð svarandi til í mesta lagi ein tíma um vikuna.
Við stuðli frá NBH verður brúkaragjaldið fyri reingerðina 125 kr um tíman.
NBH hevur gjørt avtalu við reingerðarfyritøkurnar Sp/f Grundvask v/ Margit og Sámal Petur í Grund og Ívf. Norðvask v/ Katrinu Steinberg og Mathildu Hanusardóttir (Í løtuni tekur Norðvask tó ikki ímóti fleiri brúkarum).
Til ber at søkja um fíggjarligan stuðul til reingerðartænastu við at venda sær til tel. 793400, yrkadagar millum kl. 8.00 – 15.00, ella við at útfylla umsóknarblað, sum fæst her.
Tá ið NBH hevur móttikið umsóknina, verður umsóknin latin visitatorinum í NBH, sum kemur at vitja fyri at meta um førleika og tørv. Játtan til stuðul er treytað av, at visitator metir, at tørvur er á reingerðarhjálp.