Fólkapensjónistar í Norðoyggjum hava í stytri tíðarskeið møguleika fyri at koma til umlætting á umlættingareindini á Heiminum við Vágna.
Avgerðin um at játta umlætting tekur støði í eini fakligari meting.
Gjald fyri umlætting er ásett í kunngerð nr. 126 frá 17. des. 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.
Kunngerðin sæst her.
Kostnaðurin er 186 kr. um samdøgrið.
Um tørvur er á umlætting ber til at venda sær til NBH á tel. 793400 mánadag til fríggjadag millum kl. 8.00 – 15.00 ella senda umsóknarblað, sum fæst her.