Temadagur fyri øllum starvsfólkunum í NBH

Temadagur fyri øllum starvsfólkunum í NBH

Skipað hevur verið fyri tveimum temadøgum, har øll starvsfólkini hava verið boðin til ein arbeiðsdag, har tey hava hoyrt og umrøtt týdningin av einum góðum og sálarligum arbeiðsumhvørvi. Harumframt, hvørjar dygdir og avbjóðingar eru knýttar at arbeiðinum sum umsorganarstarvsfólk.

Allir starvsbólkarnir í NBH hava luttikið á skeiðnum, sum Annika H. Davidsen, Súsanna O. Skaale og Esther Djurhuus, allar autoriseraður sálarfrøðingar, hava staðið fyri saman við leiðsluni í NBH.

Temadagarnir vóru skipaðir við framløgum og bólkaarbeiði, umframt at Niclas Heri Jákupson, skemtiliga og álvarsliga, hugleiddi um virðiligt samskifti hóast ymiskleika.

Á skeiðnum varð m.a. umrøtt, hvussu starvsfólk á ein virðiligan hátt kunnu nærkast borgarum og avvarðandi, umframt, hvussu starvsfólk sína millum kunnu skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Víst varð m.a. á, at kenslur smitta. Bæði tær góðu og negativu. Tí hevur tað týning, at leiðslan skapar tryggleika rundan um starvsfólkini, soleiðis, at starvsfólkini hava dirvið og møguleika at eftirmeta keðiligar støður, sum kunnu standast í arbeiðinum, og ikki taka hetta við sær til næstu vakt. Men sanniliga eisini at skapa rúm, har starvsfólk hava møguleika at deila tær góðu upplivingarnar, soleiðis at starvsfelagar kunnu fáa íblástur frá hvørjum øðrum og mennast í felag.

Yvirskriftirnar á temadegnum vóru:

  • Týdningurin av psykososiala arbeiðsumhvørvinum fyri sálarheilsuna hjá umsorganarstarvsfólki, Annika H. Davidsen, autoriseraður sálarfrøðingur og phd
  • Compassion & umsorganarstarvsfólk, Súsanna O. Skaale, autoriseraður sálarfrøðingur
  • Kenslulig smitta og sálarligur tryggleiki, Esther Djurhuus, autoriseraður sálarfrøðingur